Wikipedia:Um - Wikipedia Jump to content

Wikipedia:Um

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Wikipedia er ein verkætlan við tí endamáli at byggja upp eina WikiWiki-alfrøði við opnum innihaldi, sum varð sett á stovn 15. januar 2001 av Jimmy Wales og Larry Sanger. Wikipedia verður útgivin av Wikimedia Foundation, sum hevur bústað í USA. Føroyska útgávan av Wikipediu byrjaði á sumri í 2004 og inniheldur nú 14.133 greinir.

Í byrjanini var ætlanin at Wikipedia skuldi vera ein systurverkætlan til Nupedia, tó uttan so strangt góðskueftirlit. Tað serstaka við Wikipedia er at »hvør sum helst nær sum helst kann rætta eina og hvørja grein« (uttan tær sum eru friðaðar orsakað av ov nógvum herverki).

Innihaldið á Wikipedia kemur undir GNU Free Documentation License, sum er eitt opið innihald.

Tøl um Wikipedia

[rætta wikitekst]

Í alt hevur Wikipedia fleiri enn 37 milliónir greinar (2013) og er hervið heimsins størsta alfrøði. Alfrøðin er í dag á fleiri enn 275 málum. Tey størstu eru Enskt, Týskt, niðurlendkst, svenskt, franskt, italienskt, spanskt og russiskt, sum øll hava yvir 1 millión greinar, tann enska allar størst við meira enn 4 milliónum av greinum.

Síðan Wikipedia varð sett á stovn í 2001, er hon vaksin við nógvari ferð og er blivin til eina av heimsins størstu heimasíðum, sum verða endurgivnar, við umleið 470 milliónum serstøkum vitjanum hvønn mánað, sum var status í februar 2012. Tað eru fleiri enn 77.000 virknir brúkarar sum geva sítt íkast á meira enn 22.000.000 greinir á 285 málum. Í dag (23. november 2013) eru tað tilsamans 7.000 síður á føroysku Wikipediu, 4,384,747 greinar á tí ensku og 183.399 á tí donsku og 1.598.837 greinir á tí svensku, sum er nógv tann størsta av teimum norðurlendsku. Hvønn dag eru tað fleiri hundrað túndavís av vitjandi frá øllum heiminum sum í felag skriva tíggjutúsundavís av rættingum og upprætta í túsundavís av nýggjum greinum fyri at víðka um vitanina, ið Wikipedia alfrøðin inniheldur.

Hagtøl yvir føroysku úgávuna kunnu finnast á Serstakt:Hagtøl.

Sí eisini

[rætta wikitekst]