UTC - Wikipedia Jump to content

UTC

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

UTC er stytting fyri Coordinated Universal Time (í grundini Universal Time, Coordinated). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í ensku (CUT) ella fronsku (TUC)orðingini. Samstundis er heitið eisini farið at líkjast astronomisku tíðareindini UT1.

UTC er mestsum sama tíðareind sum GMT (Greenwich Mean Time). Tó er UTC nógv neyvari tíðareind, tí UTC er ein samskipan av fleiri ymiskum atomurum. UTC (og GMT) verður eisini kallað Zulutíð eftir bókstavinum Z í morsialfabetinum. UTC er grundeindin í tíðarfesting í heiminum.

Tíðarfestingin í ymsum londum verður so ásett í tímum, sum antin verða lagdir afturat UTC (eystanfyri 0 stig longdarásin) ella drigin frá UTC (vestanfyri 0 stig longdarásin. Danmark hevur soleiðis UTC +1 um veturin og UTC + 2 um summarið (summartíð). Ísland hevur UTC minus 1.

Føroysk tíð er UTC (ella GMT) um veturin. Summartíð er UTC pluss 1 tíma.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið