Læknafrøði - Wikipedia Jump to content

Læknafrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Læknafrøði er læran um menniskjakroppin og greining, forðing og leking av sjúkum og eisini ymiskum skaðum, sum menniskjað kann koma út fyri. Granskarar kanna sjúkuárin og royna nýggjar viðgerðarhættir. Sjúka verður viðgjørd við til dømis geisling, uppvenjing, heilivági og skurðviðgerð. Fyribyrgjandi viðgerð, til dømis at koppseta, er týðandi partur í nýmótans læknavísindum. 

Fyri tveimum øldum síðan kundu fólk ikki vænta sær at gerast stórt eldri enn 40 ár. Nú verða mong fólk í ídnaðarlondum 80 ára gomul ella eldri. Betri matur og serstakliga betri heilsurøkt gera tað, at fólk liva longri, men menningin í læknavísindum hevur eisini nógv at siga. Stórur læknatørvur er enn í menningarlondum. Heilsufólk verða útbúgvin at hjálpa hesum fólkum. Heilsufólk koppseta og duga at veita lætta sjúkraviðgerð. Tey leiðbeina eisini í reinføri, í mati og í smábarnarøkt. Miðallívsævin kann eisini vera 40 ár styttri í menningarlondum enn í ídnaðarlondum. Miðallívsævin í Angola er t.d. bara 38 ár.

Høvuðsøki innan læknafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Læknafrøði fatar um so nógv, at læknar mugu eftir próvtøku útbúgva seg meiri og fáa sær serútbúgving. 

Greinir í læknavísindum

:

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið