Florida - Wikipedia Jump to content

Florida

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Tallahassee
Størsti býur: Jacksonville
Innlimað: 3. mars 1845
Guvernørur: Ron DeSantis (R)
Vídd: 170,304 km²
Íbúgvar (2015): 19 893 297
fyri km²: 117.3/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5/-4
Heimasíða: www.myflorida.com

Florida er ein lutstatur í Sameindu Statunum við 19,893,297 íbúgvum (2015). Høvuðsstaðurin er Tallahassee. Størsti býur er Jacksonville, síðan er tað Miami. Í norðri hevur Florida mark við Georgia og Alabama. Í eystri er Atlantshavið og í vestri Meksikoflógva. Eyknevni er Sólskinstaturin (enskt: The Sunshine State).

Á einum nesi har, sum nú nevnist Cape Canaveral (fyrr Cape Cape Kennedy), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Hátøkniliga eru fá lond fremri enn Florida, serliga í rúmdarkanningum. Florida Keys er eitt væl dámt strandarøki á suðurendanum á Florida.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Baðistrond í Panama City Beach, Florida.
Tjóðargarðurin Everglades í Suður-Florida varð stovnaður í 1947.

Florida er ein fløta, øll sum hon er. Har er ovurheitt. Í støðum eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Av tí at so stórur munur er á veðurlagnum norðuri í USA og í Florida, kemur nógv fólk norðaneftir hagar at ferðast um veturin. Tey halda tá til úti við strondina og stuttleika sær við at svimja í tí flógva sjónum. Suðuri á Florida út móti Atlantshavi er sandstrond, og heitt og turt er veðurlagið; har er tí eitt útvalt baðipláss, og tað nógva frítíðarfólkið, sum leitar hagar, hevur gjørt, at býurin Miami er ógvuliga skjótt vaksin hesi seinastu árini.

Í Florida er vanliga heitt alt árið. Tó kann tað henda seg, at kaldur vindur er norðaneftir í stutt tíðarbil. Tað er ikki gott fyri tey nógvu appilsintrøini, sum har eru. Har er alla tíðina sera slavið og heitt, og hitin er á leið tann sama alt árið. Har er tropiskt regnskógarveðurlag, og tann nátúrligi gróðurin er tropiskur regnskógur. Men nógvastaðni er regnskógurin høgdur, og jørðin er velt ella nýtt sum beitilendi. Norðast í Florida er heitt-temprað veðurlag, har leyvtrø vaksa. Her vóru áður stórir leyvskógir, men nú á døgum eru í staðin veldiga stórir akrar. Sunnast í Florida er landslagið heilt øðrvísi. Í Karibiahavi úti fyri suðurstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Til dømis koma milliónir av fólki úr øllum heimi at vitja baðistrendurnar í Florida Keys.

Stívur fimtingur av Florida er mýrlendi. Her er tjóðargarðurin Everglades, har mong sjáldsom dýr halda til, til dømis floridapantarin og manatein, sum er eitt sjóneytaslag. Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Florida. Hann kann gerast upp ímóti 3,6 m langur. Í Florida er tað ólógligt at ala aligatorar í sínum egna heimi.

Meginparturin av Everglades er í vanda fyri at hvørva, tí at mýrarnar verða skornar upp og veittar at nýta til byggilendi og landbúnaðarjørð. Í 1994 játtaðu myndugleikarnir í Florida at bjarga mýrunum, ið eftir eru, og at gera aðrar mýrar.

Meira enn fýra miljónir ferðafólk fóru og komu um havnina í Miami við skemtiferðaskipum í 2013. Stóra talið staðfestir harvið havnina sum heimsins skundmiklastu ferðaskipahavn.[1]
Havnin í Miami útvegar sambært embætismonnum í 2014 umleið 27 miljardir dollarar um árið til búskapin í Florida og hevur meira enn 200.000 fólk í arbeiði.[2]

Ferðavinna

[rætta | rætta wikitekst]

Ferðafólkavinnan hevur stóran týdning í Florida. Fort Lauderdale, Orlando, Miami, Florida Keys, Daytona Beach, Panama City og Pensacola eru viðgitnir ferðafólkastaðir.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Fruktir sum appilsinir, sitrónir og aðrar fruktir vaksa væl í Florida. Ymiskt veðurlag og ymiskt jørðildi í Florida gera, at har er sera fjølbroyttur landbúnaður. Nógv sløg av grøði verða velt. Í Florida eru sitrusfruktir ein týðandi grøði.

Sum fremsta ídnaðarland í heiminum hevur USA sjálvandi nógvan ymiskan ídnað. Millum teir týdningarmestu eru flogídnaður, heili­vágs­ídnaður og KT-ídnaður. Ein hópur av fyritøkunum í USA eru ógvuliga stórar, og virksemið hjá teimum fevnir um nógv lond. Leingi var tað soleiðis, at meginparturin av framleiðslu­ ídnað­inum, t.d. bilídnaðurin í Detroit, var miðsavnaður í land­nyrðingspartinum í USA. Hetta økið varð nevnt rustbeltið. Talan var um økið rundan um teir stóru býirnar New York City, Boston, Philadelphia, Baltimore, Chicago, Cleveland, Cincinnati, Indianapolis og Detroit. Hetta er nær við tey stóru kolanámini í Appalachiafjøllunum, og góðir møguleikar fyri samskifti og flutningi vóru eisini ein orsøk til, at so nógvur ídnaður varð bygdur júst har. Nú er ein stórur partur av framleiðsluídnaðinum fluttur vestureftir til Kalifornia ella suðureftir til Florida, til tað sonevnda sólbeltið, sum er statir har tað er heitt og nógv sólskin. Har vaksa býir sum Jacksonville, Miami, Tampa, Orlando, Tallahassee og Fort Lauderdale.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Hjúnabond millum samkynd eru galdandi í Florida.

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Landspartar og býir í Florida

Teir 10 størstu býirnir í Florida eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[3]

  1. Jacksonville – 911 507
  2. Miami – 467 963
  3. Tampa – 399 700
  4. Orlando – 287 442
  5. St. Petersburg – 265 351
  6. Hialeah – 233 339
  7. Port St. Lucie – 201 846
  8. Tallahassee – 194 500
  9. Cape Coral – 194 495
  10. Ft. Lauderdale – 182 437

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 28°8′0″N 81°37′54″W / 28.13333°N 81.63167°W / 28.13333; -81.63167

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið